Hví luttaka?
Vinnumessan 2025 er ein serstakur møguleiki fyri fyritøku tykkara at vísa vørur og tænastur fram fyri eini stórari fjøld. Við yvir 10.000 væntaðum vitjandi, gevur messan tykkum høvi at:
-
Styrkja tykkara merki og sjónligheit á marknaðinum
-
Koma í beinleiðis samband við nýggjar og verandi kundar
-
Netverka við aðrar vinnuligar aktørar og samstarvspartnarar
-
Fáa beinleiðis afturmeldingar frá kundum og áhugaðum
Hvat skulu tit hava í huga?
Fyri at fáa sum mest burtur úr luttøkuni, er umráðandi at:
-
Fyrireika eina áhugaverda og innbjóðandi básuppliving
-
Hava tilfar og starvsfólk klár til at svara spurningum og veita kunning
-
Tosa við fyrireikararnar um tekniskar tørvir og møguleikar á staðnum
-
Gera tykkara luttøku sjónliga á sosialum miðlum og gjøgnum aðrar marknaðarføringspallar