Vit hava nú gleðina av at bjóða tykkum vælkomnum á okkara spildurnýggju heimasíðu, har tit finna allar neyðugar upplýsingar um Føroya størstu vinnumessu, ið verður hildin 3. og 4. oktober í Stórhøllini við Tjarnir.
Heimasíðan er gjørd so brúkaravinalig sum gjørligt, har tað er lætt at fáa yvirlit yvir skrá, staðseting og alt tað spennandi, sum fer fram á messuni. Her ber eisini til hjá fyritøkum at síggja, hvørjir møguleikar eru viðvíkjandi at vera við sum luttakarar, eins og sambandsupplýsingar hjá fyrireikarunum.
Við nýggju síðuni er eisini einfalt hjá bæði vitjandi og luttakandi at fylgja við í nýggjastu tíðindunum um tiltakið. Vit fara javnan at leggja út dagføringar um, hvørjir luttakarar eru skrásettir, hvat undirhald er at vænta, og hvørji áhugaverd tiltøk eru á skránni.
Vit gleða okkum at taka ímóti tykkum øllum í oktober – og nú er bara at vitja heimasíðuna, kanna allar møguleikar og tryggja tykkum plássið á hesum spennandi tiltakinum.
Vit síggjast við Tjarnir!