Ofta spurdir spurningar (OSS)
Tú kanst skráseta teg beinleiðis á okkara heimasíðu: vinnumessan.fo/samband. Vit seta okkum í samband við teg við upplýsingum um básar, prísir og praktiskar spurningar.
Prísurin fyri at luttaka er tongdur at støddini á básinum og tørvinum hjá tykkara fyritøku. Vit leggja dent á at gera prísin rímiligan, so tað loysir seg at luttaka. Set teg í samband við okkum fyri at fáa eitt tilboð.
Vit bjóða ymsar støddir av básum. Í Stórhøllini við Tjarnir er pláss fyri stórum uppsetingum, so vit kunnu laga okkum eftir tykkara tørvi.
Vit veita el, ljós og internet. Um tit hava serligar tørvir, so kunnu vit tosa nærri um tað.
Messan er opin 3. og 4. oktober. Nærri tíðir verða kunngjørdar á heimasíðuni, tá ið skráin er klár.
Seinast vit skipaðu fyri messu var í Høllini á Hálsi, og tá vóru 6.000 gestir, men nú messan er í tveir dagar og verður nógv størri, vænta vit yvir 10.000 fólk, so møguleikarnar at røkka tykkara kundum finna tit ikki nakað betri stað.
Ja, tað er loyvt at selja vørur og tænastur á messuni. Minnist til at hava neyðug loyvi og gjaldsskipanir við tykkum.
Vit marknaðarføra messuna á sosialar miðlum, í prentmiðlum og í samstarvi við fjølmiðlar. Luttakandi fyritøkur fáa eisini møguleika at verða partur av marknaðarføringini.
Vit mæla til at skráseta tykkum so skjótt sum gjørligt, tí plássini eru avmarkað. Seinasta freist verður kunngjørd á heimasíðuni.
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum gjøgnum vinnumessan.fo/samband, og vit svara fegin øllum spurningum.